Gøtunes skal landa svartkjaft til Havsbrún týsmorgunin

top28-02-2021 - 21:14 - Jóanis Nielsen

 Gøtunes, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu vestur úr Írlandi á umleið 50N og 16V, er áveg til Føroyar við 2.500 tonsum, tað hevur verið góður fiskiskapur í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi, føroysku skipini á leiðini í kvøld eru Næraberg, Tróndur í Gøtu og Høgaberg - Nógv ES-skip, russisk og norsk eru á leiðini, fleiri norsk skip hava landað í Írlandi.

Gøtunes er í kvøld staddur beint vestur úr Norður-Írlandi á umleið 55N og 12V, Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir rokna við at verða á Fuglafirði týsmorgunin, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma á Fuglafjørð, tað tekur eitt gott døgn at landa veiðuna.

Veðrið er gott nú á leiðini har Gøtunes er staddur og eisini á leiðini har skipini fiska.