Grein um eygleiðingar og mátingar av syllum og týdningin av sjónvillingum

mentan20-09-2020 - 21:23 - Jóanis Nielsen

Gransking.fo:Jógvan Hansen, ph.d. í jarðfrøði, hevur skrivað grein um føroyskar syllar, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Earth Sciences.

Greinin kallast "Transgressive Sills and Lateral Lava Flows: On the Visual Observation of Igneous Sheets in Rugged Mountainous Terrains and the Optical Illusion Factor". Greinin kann frítt lesasther

Samandráttur

Basaltiskar syllar av ymiskum støddum og skapi, sum eru skrástillaðar/halla í ymiskan mun samanborið við vanligar vatnrættar grótfláir (transgressive sills), eru javnan at finna í legugrýti á havbotni, har oljuleitingar fara fram eins væl og í líknandi tilfari á landjørðini. Eisini finnast tílíkar syllar summastaðni á havbotninum ella á landi har vertsgrót er av groytisgrýti so sum basaltiskar fláir ella líknandi, har tynri legugrýtislindir so kanska eisini í summum førum liggja ímillum hesar fláir. Tá syllar umræður, so eru geometrisk sereyðkennir fyri bæði einstakar syllar og fyri heilar hópar av samanhangandi syllum (sill complexes) væl skjalfest á seismiskum tvørskurðum umboðandi t.d. økir við legugrýti á havbotninum, har oljuleitingar fara fram ella fyrr hava farið fram. Tað er tó enn so leingi galdandi, at tað eru niðari mørk fyri upploysing (resolution) á seismiskum tvørskurðum soleiðis, at ikki øll smærri fyribrigdi á t.d. syllum altíð síggjast so nágreiniliga, sum ynskiligt kanska kundi verið, og í summum førum síggjast tílík kanska als ikki. Tess vegna kunnu viðkomandi/týðandi fyribrigdi og prógv viðvíkjandi háttum/mekanismum, hvussu vanlig innskot, óreglulig innskot og ikki minst basaltiskar syllar á sinni komu upp á pláss, har hesi nú síggjast í landslagnum, men sum ikki síggjast á seismiskum tvørskurðum, í ein ávísan mun gerast greiðari, um væl sjónligir partar av tilsvarandi innskotum, syllum og/ella hópum av syllum á landjørðini verða neyvt kannaðir og mátaðir.

Í hesari verkætlanini eru viðkomandi eygleiðingar og uppmátingar, gjørdar av Streymoyar syllini og einari fóðurgongd til hesa, eins og av Eysturoyar syllini og einstøkum føroyskum basaltiskum fláum, brúktar til at nágreina týdningin av røttum og neyvum kortleggingum og hartil hoyrandi uppmátingum í samband við tulkingar viðvíkjandi greiningum um, hvussu innskot/syllar í hesum økinum í veruleikanum komu upp á pláss, upprunaliga helst fyri meira enn 50 milliónum árum síðan. Í verkætlanini verður ljós serliga varpað á sjónvillingar (optical illusions), sum ikki so sjáldan gera seg galdandi, tá viðvíkir syllar og onnur innskot ella basaltiskar fláir í føroysku náttúruni, har lendi kann vera óregluligt við millum annað brøttum ryggjum skiftandi við brøttum mjáum/djúpum rennum í landslagnum eins væl og við homrum og stíggjum. Í jarðfrøðiligum høpi kunnu tílíkar sjónvillingar um illa veit við skeikla ella beinleiðis oyðileggja fyritreytir fyri neyvar og rættar eygleiðingar/tulkingar tá umræður, hvussu innskot og syllar í hesum økinum komu upp á pláss upprunaliga. Víst verður á, at um einstakar “næstan-vatnrættar” eygleiðingar ikki eisini verða fylgdar upp av øðrum eygleiðingum av sama evni, men frá ymiskum vinklum í teimum “næstan-vatnrættu” ella í teimum “næstan-lodrættu” flatunum, tvs. stórt sæð eygleingar í 3-D, so kunnu úrslit/eygleiðingar um illa veit við enda við skeivum niðurstøðum tá umræður tulkingar av mest sannlíku háttunum/mekanismunum, sum valdaðu í tí viðkomandi økinum, tá syllar, innskot og fláir upprunaliga komu upp á pláss.