Guðný Akralíð nýggjur radiologur á Landssjúkrahúsinum

vinna26-05-2020 - 14:44 - Jóanis Nielsen

heyst tekur Guðný Akralíð við føstum starvi sum serlækni í radiologi á Diagnostiska deplinum.

Hetta er annar radiologurin, sum kemur í fast starv eftir, at deildin í longri tíð hevur verið mannað við vikarum burturav.

Guðný er útbúgvin serlækni í Danmark og er eitt kent andlit á Landssjúkrahúsinum. Hetta síðsta árið hevur hon arbeitt fyri TMC í Sydney, sum veitir telemedisinskar tænastur til heilsuverk kring allan heimin.

Vit fegnast um at Guðný hevur valt at koma heim til Landssjúkrahúsið at starvast.