Savnsmynd: Sverri Egholm / Portal.fo

H71, Neistin og VÍF vunnu

ítróttur24-01-2021 - 21:08 - Jóanis Albert Nielsen

3 dystir í steypakappingini hjá monnum í hondbólti hava verið í dag.

Í bólki 1 tók tók H71 ímóti KÍF. H71 vann dystin 29-25, eftir hálvleiksstøðuna 13-17 til KÍF.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 H71 2 70 47 23 4
2 KÍF 2 58 58 0 2
3 Team Klaksvík 1 29 33 -4 0
4 H71 2 1 22 41 -19 0

Tveir dystir hava verið í bólki 2 í dag.

Í Havn var grannauppgerð millum Neistan og Kyndil. Neistin vann dystin 36-24, hálvleiksstøðan var 18-11.

Í Vestmanna tók VÍF ímóti StÍF. VÍF vann dystin 25-23, eftir hálvleiksstøðuna 15-7.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 2 68 54 14 4
2 Kyndil 2 54 61 -7 2
3 VÍF 2 50 50 0 2
4 StÍF 2 53 57 -4 0