H71 trekti serbiskt mótstøðulið

ítróttur23-11-2021 - 11:44 - Jóanis Nielsen

HSF: Kl.10.00 var lutakastið í European Cup, har drigið var um hvørji lið skuldu møtast í 1/8 finalunum.

H71 skal møta ZRK Naisa Nis úr Serbia.
ZRK Naisa Nis spældu ímóti HB Dudelange, úr Luksemborg, í øðrum umfari, har tær vunnu fyrra dystin 25 – 22 og seinna dystin 25 – 21, tilsamans 50 – 43.