H71 valdi VÍF

ítróttur17-03-2019 - 22:21 - Jóanis Albert Nielsen

Nú er greitt, hvørji lið hittast í hálvfinalunum í Okkara-deildini.

H71 og VÍF bresta saman í aðrari, og Neistin og Kyndil í hinari.

Trý lið endaðu á 25 stigum, nú síðstu dystirnir í grundspælinum vórðu spældir í dag. Tí er innanhýsis málmunurin avgerandi, og har vísti tað seg, at H71 var sterkast.

Hoyvíkingar kundu tí gera av, hvørt teir vilja møta Neistanum, Kyndil ella VÍF. Sonni Larsen, venjari hjá hoyvíkingum hevur boðað frá í kvøld, at H71 vil hitta VÍF í hálvfinaluni. Tað merkir so, at hin hálvfinalan verður millum Kyndil og Neistan.

Hálvfinaluliðini hava hitst tríggjar ferðir í landskappingini. Hoyvíkingar hava vunnið allar dystirnar á VÍF, meðan Neistin og Kyndil hava vunnið hvør sín og spælt ein javnleik.

Dystarskráin verður kunngjørd í morgin seinnapartin.