H71 vann eisini seinnu hálvfinaluna á KÍF

ítróttur03-04-2021 - 21:38 - Jóanis Nielsen

 Eins og í fyrra hálvfinaludystinum ímillum KÍF og H71, so vunnu hoyvíksingar eisini seinna hálvfinaludystin við einum máli 23-22 til H71 eftir hálvleiksstøðuna 10-10.

Dysturin var javnur allan vegin - líka til seinasta sekund, liðini skiftust um at liggja omaná, men H71 dróg longra stráðið. H71 hevur sostatt vunnið báðar hálvfinaludystirnar og hava spælt seg í finaluna hjá monnum, hitt liðið í finaluni verður VÍF ella Neistin, tað verður avgjørt 2. páskadag.