Hægsti sethúsaprísur í høvuðsstaðnum er nú omanfyri 5 mió. kr.

Vinna19-11-2020 - 20:10 - Jóanis Albert Nielsen

Í 2020 er hægsti prísur, sum sethús eru seld fyri í høvuðsstaðnum, farin upp um 5 mió. kr. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Betri Banka. Miðal sethúsaprísurin í høvuðsstaðnum er umleið 3,2 mió. kr. í 3. ársfjórðingi í 2020. Tað svarar til, at miðal sethúsaprísurin er hækkaður umleið 3,5% í 2020.

- Miðal sethúsaprísurin er støðugt hækkandi. Vit kunnu eisini staðfesta, at í 2020 eru einstøk sethús í høvuðsstaðnum seld fyri yvir 5 mió. kr. Tað er fyrstu ferð, at vit síggja tað, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim.

Í Klaksvík og Eysturoynni er hægsti prísur, sum sethús eru seld fyri, farin upp um 3 mió. kr., og í Vágum eru einstøk hús seld fyri væl omanfyri 2 mió. kr.

- Eftirspurningurin er enn stórur, meðan útboðið haltar. Koronakreppan hevur ikki havt stórvegis ávirkan á keyp og sølu av sethúsum, men ein broyting er, at sethús verða seld skjótari í ár enn í fjør. Tað bendir á, at áhugin í øllum førum enn er stórur, sigur Kára á Dunga.