F.v.: Magni Mohr, fysiskur venjari, Igor Ardoris, mental venjari, Richard Dahan, fysioterapeut og Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari - Mynd: Hans Erik Danielsen

Håkan hevur sett fyrsta liðið

ítróttur27-02-2020 - 17:26 - Jóanis Albert Nielsen

FSF:Á tíðindafundi í FSF-húsinum hósdagin kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin kring landsliðið


Stutt fyri jól varð sviin, Håkan Ericson settur í starv sum føroyskur A-landsliðsvenjari hjá monnum. Talan er um ein mann við drúgvum venjararoyndum, og millum annað var hann við til at vinna EM-gull við svenska U21-landsliðnum í 2015.

Håkan Ericson byrjaði í starvinum 1. januar, og hósdagin varð endaliga greitt, hvussu toymið kring nýggja venjaran fer at síggja út. Tilsamans verða 20 persónar knýttir at landsliðnum, men kortini verða ikki allir við samstundis.

Í flestu førum er talan um venjarar, læknar og fysioterapeutar, ið hava havt uppgávur í ymiskum fótbólts- og ítróttarhøpi áður. Stóra broytingin verður tó, at undir leiðslu av Håkan Ericson verður ein fysiskur venjari og ein mental venjara eisini knýttir at hópinum.

Magni Mohr, sum millum annað hevur verið í Juventus og Chelsea, verður fysiskur venjari, meðan sviin Igor Ardoris verður mental venjari. Afturat teimum er nýggjur svenskur fysioterapeutur lagstur afturat hópinum. Talan er um Richard Dahan, sum frá 1997 til 2002 var partur av svenska hondbóltslandsliðnum, og frá 2010 til 2016 var við svenska fótbóltslandsliðnum.

Harafturat koma Jógvan Martin Olsen, Sigfríður Skaale Clementsen, Áki Johansen og Pætur Smith Clementsen at virka sum “skótar”. Teirra uppgáva verður millum annað at greina mótstøðuliðini, ið Føroyar skulu spæla ímóti.

Fyrsta uppgávan hjá føroyska A-landsliðnum undir leiðslu av Håkan Ericson verður á útivølli fríggjadagin 27. mars klokkan 17:00 (føroyska tíð), tá Danmark tekur ímóti í venjingardysti á MCH Arena í Herning.

Venjara- og leiðarahópurin
Kristin Dam Ziska, landsliðsfyriskipari
Hans Erik Danielsen, fjølmiðlasamskipari
Bárður Lava Olsen, liðleiðari
Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari
Eli Hentze, hjálparvenjari
Andras Gango, málmansvenjari
Magni Mohr, fysiskur venjari
Jón Clementsen, lækni
Elmar Ósá, lækni
Heini Harryson, lækni
Djóni S. Joensen, lækni
Igor Ardoris, mental venjari
Richard Dahan, fysioterapeut
Álvur Hansen, fysioterapeut
Øssur Steinhólm, fysioterapeut
Jógvan Martin Olsen, scout
Sigfríður Skaale Clementsen, scout
Áki Johansen, scout
Pætur Smith Clementsen, scout
Sámal Erik Hentze, U21-landsliðsvenjari