Harmonikusamanstoytur við Gøtugjógv

top09-08-2017 - 21:16 - Jóanis Nielsen

 Um 20-tíðina í kvøld hendi eitt ferðsluóhapp við Gøtugjógv har tríggir persónbilar vóru við í einum harmonikusamanstoyti - upprunaliga koyrdu 4 bilar aftaná hvørjum øðrum, tann fyrsti blinkar til vinstru og tað ansar bilførarin á næsta bilinum eftir og steðgar, triði bilførarin sær tað ikki og heldur ikki tann fjórði, teir renna so upp í reyvuna á bilunum sum eru frannanfyri teir.

Sambært løgreglun eru tvey fólk flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.