Hava gjørt yvir 1000 tálgablikk

Mentan18-12-2020 - 08:30 - Jóanis Albert Nielsen

Á umhvørvisvikuni, ið Vága kommuna skipaði fyri í juli mánaði í ár, varð uppskot lagt fram um, at brenna tálg í blikkum á nýggjárinum, ístaðin fyri olju. Tankin handan hugskotið, sum hevur sín uppruna í Kvívík, er at minka um umhvørvisdálking og neiligu árinini, sum olja hevur á okkara náttúru.

Fólk tóku væl undir við hesum, og fleiri gjørdu vart við, at tey høvdu ynskt eina broyting av hesi siðvenju í fleiri ár.

Góða undirtøkan gav víðari íblástur til verkætlanina Tálgaverk, og farið varð undir at fáa fígging til útgerð og síðan at finna hóskandi hølið.

Kommunan samtykti at lata 15.000 kr. til verkætlanina, og gav loyvi til at nýta ein part av Trolhúsinum í Miðvági til endamálið.

Av tí at hetta var fyrsta royndin, var málið í fyrsta umfarið at gera 400 blikk.

Tá heystið kom, gjørdi Tálgaverk hølið klárt og bjóðað varð tilTálgaverkstovu” nøkur kvøld um vikuna frá 01. oktobur.

Tá flettingin rættuliga tók dik á seg, gjørdist tó skjótt greitt, at tað fór at verða til væl fleiri enn 400 blikk, tí sera nógv tálg bleiv latin inn. Fólk vóru ófør at lata tálg inn á trolhúsinum, og vóru sera forvitin eftir at vita meir og hildu, at hetta var eitt óført tiltak.

Tilsamans vórðu meir enn 800 kg. av tálg latin inn. Øll tálgin varð mald og síðan fryst niður, í flamingokassum.

Næsta stig var, at gera blikkini klár. Hetta snúði seg um at lata upp og seta hol í blikk, og gera veikir av bummulsklútum. Hesir veikir, vórðu síðan dyppaðir í tálg og festir við jarntráði í blikkini. Øll tálgin varð smeltað í stórari gassgrýtu og síðan latin niður í blikkini.

Fleiri royndir, at brenna tálgablikk, vórðu gjørdar meðan arbeiði fór fram, og brendu tey øll sera væl.

Tann 08. desembur var ikki meira tálg eftir og síðsta blikki fylt. Íalt vórðu 1015 blikk gjørd á tálgaverkstovuni.

er tálgaverkstovan pakka niður og eftir standa bert blikkini og bíða eftir nýggjárinum.

Blikkini verða deild millum bygdirnar, og er hetta umleið helvtin av blikkunum, sum vanliga verða sett upp á nýggjárinum. Tálgablikkini verða sett upp mitt í bygdunum, á miðstaraøkjunum, og har sum nógv fólk vanliga fara til gongu ella renna fyrsta dagin á árinum. Restin verður, sum vanligt, blikk við olju í.

Tað, at helvtin av blikkunum kunnu skiftast út við tálgablikk, ger stóran mun, og er eitt stórt stig á grønu leiðini. Vónin er, at nýggjári eydnast væl og fólk veruliga fáa eygunu upp fyri hvussu væl tálgin brennur, og hvussu lítið hon dálkar, í mun til oljuna. Tað, at tálgin er vorðin gagnnýtt í so stóran mun í kommununi, hevur eisini lætt um trýstið á Umhvørvisplássinum, og orkuna, sum annars skuldi verið nýtt hjá IRF, at burturbeint hana.

Blikkini hava heldur ikki gjørt seg sjálvi og liggur tað eitt stórt sjálvboðið arbeiði aftanfyri. Hetta er gjørt av nøkrum heilt fáum einstaklingum, ið hava tað til felags, at tey vilja gera nakað gott fyri kommununa tey búgva í og umhvørvið, sum vit øll hava skyldu at verja. Í einari stórari kommunu, sum Vága kommuna, átti ikki mangla fólk, sum eru før fyri at traðka til. Vónandi verður hetta betur næsta ár og fara nógv fólk úr øllum bygdunum at luttaka.

At enda vil Tálgaverk senda eina heilsan til øll, sum hava stuðla verkætlanini. Takk til øll tey, sum hava latið tálg, klútar og ymiska útgerð. Takk fyri góða viðferð allastaðni, bæði frá privatfólki og fyritøkum. Ein serlig tøkk til Snarfrost og Hiddenfjord. Og ikki minst arbeiðsfólki hjá kommununi, ið hava sína dagligu gongd í Trolhúsinum. Uttan tykkara einastandandi hjálpsemi, hevði staðið illa til hjá okkum tálgakonum.

1000 takk til tykkum, ið hava hjálpt til at malt tálg og gjørt blikk. Summi av tykkum fleiri kvøld síðan byrjan. Ein fantastiskur innsatsur, ið tit kunnu vera sera ernar av!

Tað hevur verið sera hugnaligt, stuttligt og tálgaligt. Eitt gevandi og savnandi átak fyri fólk í kommununi, ið vónandi fer at verða endurtikið.

At enda er bert at ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt vælsignað nýggjár.

Ansi væl uppá tykkum sjálvi og onnur rundanum tykkum, og gloymi ikki umhvørvið!

Heilsan

Tálgaverk