Hava merkt tveir hval og 19 hava lagt beinini

top06-06-2020 - 14:25 -
Tíðliga í morgun var ein grind funnin útfyri Selvík á Sørvágsfirði. Avgjørt var at grindin ikki skuldu haldast til, men at hon skuldi merkjast.

Grindin taldi um 30 hval, og blivu tveir merktir av teimum, og 10 riknir út aftur. 19 aðrar royndu teir at fáa út aftur, men teir svumu seg fastar, og tí var avgjørt at avlíva teir. 

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur við jn.fo, at grindaformennirnir fara at skera hvalirnar upp, og kunnu fólk í Sørvágs kommunu koma at fáa sær burturav grindini. 

Meira verður at frætta seinni, nær fólk í Sørvágs kommunu skulu koma at fáa sær burturav grindini.