Heðin Mortensen hevur sett Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fyrispurning

politikkur04-01-2021 - 15:52 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv

Eg havi í dag sett Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, fyrispurning um heimleys eftir grein 52a í Tingskipanini.

Spurningarnir, eg seti landsstýriskvinnuni, eru um landsstýriskvinnan heldur, at hjálpin, ið heimleysar familjur og einstaklingar fáa til at finna sær bústað, er nøktandi; um nøkur ítøkilig ætlan er um at byggja fjølbroyttar bústaðir beinanvegin; og um ikki, hvat landsstýriskvinnan ætlar at gera við tað.

Í einum ríkum vælferðarsamfelag sum okkara, eiga allar familjur og einstaklingar at hava atgongd til ein hóskandi bústað, sum tey megna at gjalda fyri – eisini ungar barnafamiljur, støk, lesandi, førleikaskerd, og tey, sum stríðast við sosialum og fíggjarligum avbjóðingum.

Hetta er ikki støðan í Føroyum í dag. Sum skilst ræður landið einans yvir tveimum bústøðum, sum tó einans eru til stakar uppihaldarar, og í mesta lagi í eitt ár. Tí missa vit fólk av landinum. Ungar familjur og fólk við evnum og hegni at taka lut í samfelagnum, fólk, sum tørva stuðul at finna seg til rættis, og fólk, sum tørva umsorgan og hjálp frá vælferðarsamfelagnum, sum vit saman varða av. Øll vilja tey allarhelst búgva í Føroyum, her familja og vinir frammanundan eru, og her tey hava sítt upphav, trívast og kenna seg heima.

Onnur royna enn at stríðast fyri at verða verandi her, men noyðast at brúka mestsum alla sína orku til at stríðast fyri at fáa ella varðveita bústað, og fáa tí ikki givið tað virðismikla íkast til samfelagið, sum tey annars kundu.

At skapa borgarum møguleika at seta búgv er ein av fremstu uppgávunum politiski myndugleikin hevur, tí uttan fólkið, her býr, eru vit lítið ella einki ment. Uttan búsetingarmøguleikar er einki framtíðar samfelag og fyri undirritaða at síggja, hevur landsstýrið mestsum kastað frá sær.

Tórshavn, 04. januar 2021

Heðin Mortensen, løgtingsmaður