Heðin Mortensen spyr landsstýriskvinnuna um eftirmeting av eldraøkinum

politikkur06-01-2021 - 13:41 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv

Eg havi í dag valt at seta Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, fyrispurning eftir grein 52a í Tingskipanini um at eftirmeta eldraøkið.

Eg spyrji landsstýriskvinnuna, nær løgtingið kann vænta, at úrslitið av eini eftirmeting av eldraøkinum verður lagt fyri Løgtingið at viðgera og taka støðu til; hvussu landsstýriskvinnan tryggjar, at fakligi førleikin á eldraøkinum er partur av eftirmetingini; um landsstýriskvinna heldur, at tørvur er á, at kommunur og kommunalu eldrasamstørvini eisini eftirmeta, og meta um tørvin á at nýhugsa og broyta bygnað og tænastur; og um landsstýriskvinnan heldur, at tænastan á eldraøkinum, fíggjarviðurskiftini og markamótini millum land og kommunur eru nøktandi í dag?

Eg reisti í juni 2020 ein fyrispurning um, nær ein eftirmeting av eldraøkinum fór at verða gjørd. Nú eftirmetingin er í gongd, er vert at vita, hvør leisturin er. Støðan er serlig, tí hóast tað er landið, sum skal taka stig til eftirmetingina, eru tað einans kommunalu samstørvini og kommunurnar, sum hava arbeitt innihaldsliga við økinum og gjørt sær royndir við skipanini hesi fimm árini, ábyrgdin av økinum hevur ligið hjá kommununum. Eisini spyrji eg um, nær Løgtingið kann vænta at sleppa at viðgera úrslitið.

Lógin um heimatænastu, eldrarøkt v.m. frá 7. apríl 2014 ásetir m.a. at eftir 5 ár skal eftirmetast, hvørt lógin virkar eftir ætlan. Um samstørvini virka, og um tænastan er nøktandi, eru spurningar, sum kommunurnar hava ábyrgd av; men tað er landið, sum hevur sett løgligu karmarnar um samstørvini. Tí ræður um, at eftirmetingarleisturin leggur upp til, at kommunurnar eisini meta um tørv á at nýhugsa og broyta bæði bygnað og tænastur. Í hesum sambandi ræður eisini um, at fakligi førleikin, innlitið og áhugamálini í kommununum taka lut í eftirmetingini, so tann vitan, tær royndir og tað innlit, ið eru bygd upp hesi árini, verða brúkt.

Tórshavn, 06. januar 2021

Heðin Mortensen