Hegga verður venjari komandi trý árini

ítróttur25-09-2013 - 19:48 - Jóanis Albert Nielsen

07 Vestur og Jógvan Hendrik Svabo Samuelsen, ella Hegga, sum vit kenna hann best, hava gjørt sáttmála fyri komandi trý kappingarárini. Hegga skal standa fyri besta liðið felagsins, umframt at vera høvuðsungdómsvenjari.

 “07 Vestur skal vera eitt felag fyri okkum í vesturøkinum. Nakað, vit kunnu gleðast um, savnast um og vera errin av. Stóra arbeiði, ið verður gjørt í yngru deildunum skal nú síggjast aftur í, at okkara leikarar skulu manna lið felagsins, eisini besta liðið”, sigur Jarnhold Nattestad, formaður felagsins.

Hegga hevur verið venjari í felagnum í fleiri ár, bæði hjá yngri liðum og á besta liðinum, bæði sum høvuðsvenjari og hjálparvenjari. Í ár hevur Hegga staði á odda fyri okkara U16 dreingjaliðið, heilt í oddinum av bestu dreingjadeildini, umframt at hava arbeitt við U15-landsliðinum.

Komandi venjarin hevur fingið til uppgávu, at byggja eitt lið burturúr teimum leikarum, í hoyra til í vesturøkinum, í Vágum og Norðurstreymoy.

“Vit ynskja at okkara ítróttarligu mál skulu røkkast, vit hava ein ítróttarligan stoltleika og vilja vinna hvønn dyst”, sigur formaðurin, “men skal felagnum vera lívi laga, skal byggast breitt, við framtíðini fyri eyga”.

07 Vestur luttók í ár við út við 30 liðum og er tískil millum størstu feløgini í landinum. Felagið gjørdi eina royndaravtalu við SÍ og SÍF í fjør, har 07 Vestur yvirtók aldursbólkarnar frá 12 og niður. Hendan avtalan varð gjørd endalig í vár, og 07 Vestur skal framyvir varða av øllum liðunum í Sandavági og Sørvági.

“Stóra undirtøkan í yngru deildunum gevur okkum eina trúgv uppá, at her vesturi hevur fóbóltspælið eina spennandi framtíð”, sigur Jarnhold Nattestad at enda, “nógv gott er longu gjørt, og nú skulu vit byggja víðari, bæði í breiddini og í toppinum av pyramiduni”.

Skrivar 07vestur.fo.