Heimatænastan søkir eftir fólki til vaskaríið

Lýsing19-11-2019 - 16:19 - Jóanis Albert Nielsen

Søkt verður eftir:

 

·      einum fólki at at arbeiða 31 tímar aðru hvørja viku frá 1. Januar 2020

 

Starvið:

Starvið er á vaskarínum á Sýnini.

 

Vit vænta at

 

·      tú er álítandi, fyrikomandi og arbeiðssom/samur

·      tú er ein ábyrgdarfullur persónur

·      tú er  empatiskur í tínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.

·      tú ert likamliga og sálarliga væl fyri

·      tú ert før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt

Royndir innan vaskarí kann verða ein fyrimunur

Setanarviðurskifti

 

Starvið er 31 tímar aðru hvørja viku. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

 

Upplýsingar um størvið

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Jóngerð M. Nielsen, leiðara á tlf. 793201 ekka Adu, á tlf. 532921. Tú er eisini vælkomin at senda tín fyrispurning við telduposti til  htv@htv.fo

 

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressuna: htv@htv.fo

 

Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 06.12.2019.

 

Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa starvið  leyst av nýggjum.