Heimsmálini krevja góðar leiðarar

18-06-2019 - 17:24 - Jóanis Albert Nielsen

Altjóða samfelagið setti sær í 2015 stór felags mál fyri okkara klótu. Ásannað varð, at heimsins avbjóðingar eru av slíkum slagi, at neyðugt er at taka stór altjóða og heimlig tøk. ST samtykti á heysti 2015 The 2030 Agenda for Sustainable Development. Talan er um 17 stór høvuðsmál fyri burðardygga menning (Sustainable Development Goals, stytt SDG á enskum). Í Føroyum brúka vit heitið Heimsmálini.

Burðardygg menning
Yvirskipaða málið við hesi skrá er at skapa ein betri heim fyri øll á burðardyggari grund. Kjarnuhugtakið er burðardygg menning.
Í Brundtland-frágreiðingini frá 1987 verður burðardygg menning allýst soleiðis:“Burðardygg menning er menning, sum nøktar tørvirnar hjá verandi ættarliði uttan at seta í vanda møguleikar hjá komandi ættarliðum at nøkta teirra tørvum.” Heimsmálini snúgva seg um at tryggja heimin nú og framyvir. Neyðugt er at vísa virðing og umsorgan í verki fyri verandi og komandi ættarliðum. Okkara skylda er at gera okkara part til tess at skapa góðar fyritreytir fyri menning og vælferð hjá teimum, sum eftir okkum koma, les meira her.