Heini Nielsen í Sandavági 80 ár

mentan17-10-2018 - 16:28 -

 Í dag 17. oktober eru 80 ár síðan hendan bygdamyndin varð borin í heim.

Heini er útbúgvin stýrimaður og sigldi í fleiri ár við fiskiskipum, men eisini í uttanlanda sigling við farmaskipum.

Heini er frintligur og dámligur maður - prátar, skemtar og purrar undir ymiskt kjak.

Fyri nøkrum árum síðan, bleiv hann skýrdur glaðasta fólk á Sandavágsleguni í Nesvík.

Tíðliga í 70-inum legðist hann upp á land, har hann arbeiddi hjá Zachariasi Nielsen, pápabeiggja sínum, seinni fór hann sjálvur at handla og hevði málingahandil í Sandavági.

Nú nýtir hann pensiónsaldurin í Sandavági og á Tvøroyri.