Helgi gav Poul danskan blokk

Politikkur18-09-2019 - 12:18 - Jóanis Albert Nielsen

Fráfarni landsstýrismaðurin Poul Michelsen fekk ein danskan skriviblokk frá Helga Abrahamsen, nú vaktarskiftið hevur verið í Tinganesi. Tað var fyri at minna hann á, at danskur blokkur er ikki so galin.

- Eg havi stóra virðing fyri tær og øllum tí, tú hevur lagt eftir teg sum landsstýrismaður, segði Helgi Abrahamsen í røðuni, hann helt fyri fráfarna landsstýrismanninum.

Á móttøkuni fyrrapartin í gjár fekk Poul Michelsen eisini bókina, sum sitandi forsætisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnson, hevur skrivað um fyrrverandi forsætisráðharran í Bretlandi, Winston Churchill.

- Tú er hugsjónarmaður, og eingin ivast í, hvat tú heldur. Av somu orsøk dámar mær eisini væl, tá ið tú tekur orðið í tingsalinum, tí eg veit frammanundan, at antin eri eg fullkomiliga samdur ella ósamdur í tí, tú ber fram, segði Helgi Abrahamsen.

Poul Michelsen gav Helga Abrahamsen bókina Tann deiliga havn, sum William Heinesen hevur skrivað.

- Vit eiga øll Havnina, og eg vóni, at tú fer at vísa virðing fyri hesum litríka og dynamiska umhvørvinum, sum okkara høvuðsstaður er, segði Poul Michelsen.

- Vónandi fer tú eisini at gera alt fyri at finna breiðar semjur í átrokandi politiskum málum, millum annað nú orkuskiftið skal fremjast og avbjóðingin við gongd í haga skal loysast, segði Poul Michelsen.