Herd ferðatilmæli

corona10-01-2021 - 20:55 - Jóanis Albert Nielsen

Grundað sera álvarsomu koronustøðuna um allan heimin, hevur Danmark litað allan heimin reyðan. Sostatt mæla danskir myndugleikar øllum frá at ferðast til útlond, eisini í samband við arbeiði. Av somu grund hevur Danmark hert síni krøv til tey, ið ferðast til Danmarkar ríki, og tey, sum ikki hava bústað í ríkinum.

Kravið er galdandi frá 9.-17. januar og fevnir um allan ferðafólkaflutning við flogfari úr øllum heiminum til Danmarkar ríki.

Innanríkisflúgving og flúgving millum Føroyar og Danmark er ikki fevnd nýggju krøvunum. Sostatt eru ongar broytingar í mun til til flúgving millum Føroyar og Danmark.

Bert persónar við viðurkennandi endamáli kunnu koma til Danmarkar ríki. Eitt viðurkennandi endamál er t.d. arbeiðsørindi, týðandi familjuvitjan ella sjúkraviðgerð. Kravt verður, at hesi ferðandi vísa eina negativa Covid-19 kanning, ið er tikin innan 24 tímar fyri fráferð til Danmarkar ríki.

Um tú ferðast við flogfari, kann flogfelagið nokta tær at sleppa við flogfarinum, um tú ikki kann vísa eina negativa Covid-19 kanning. Tað er ikki krav, at børn undir 12 skulu lata seg kanna, men mælt verður til, at tey gera tað.

Eru ivamál, verður mælt til at seta seg í samband við viðkomandi flogfelag ella ferðaskrivstovu um flogmøguleikar.

Broytingin førir ikki við sær, at danska markið verður latið aftur fyri donskum ríkisborgarum ella øðrum, sum hava bústað í Danmarkar ríki. Tað merkir, at føroyingar og fólk við bústaði í Føroyum sleppa til Danmarkar og til Føroyar úr útlondum.

Tó er kravið um negativa Covid-19 kanning eisini galdandi fyri danskar ríkisborgarar og persónar við bústaði í danska ríkinum, tá ið flogið verður. Flogfelagið kann tískil nokta einum donskum ríkisborgara ella einum persóni við bústaði í danska ríkinum at sleppa við flogfarinum, um viðkomandi ikki kann vísa eina negativa Covid-19 kanning.

Tað er ikki eitt krav, at kanningin er ein PCR-kanning, og tískil er tað upp til tann einstaka, um viðkomandi t.d. tekur eina antigen-kanning ella eina PCR-kanning. Andevniskanningar verða ikki góðkendar í hesum sambandi.