Hesi sjey fara í landsstýrið

Politikkur13-09-2019 - 23:36 - Jóanis Albert Nielsen
Í dag avtalaðu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin av fara undir at skipa samgongu. Í morgin klokkan 9 verður tíðindafundur, og klokkan 10 verður nýggja tingið sett.

Sum vit skilja, so koma hesi sjey at manna nýggja landsstýrið.

Fólkaflokkurin:

Fíggjarmál fær Jørgen Niclasen

Jacob Vestergaard fær fiskivinnumál

Elsebeth M. Gunnleygsdóttur fær almannamál

Sambandsflokkurin:

Bárður á Steig verður løgmaður

Kaj Leo Holm Johannesen fær heilsumál

Helgi Abrahamsen fær vinnumál

Miðflokkurin:

Jenis av Rana fær uttanríkis- og mentamál.