Hetta má gerast betur

politikkur12-05-2020 - 09:45 - Jóanis Nielsen

Landsstýrið má fráboða nógv, nógv greiðari. Tí núverandi støða er alt annað enn nøktandi. Her eru alt ov nógvar mótstríðandi fráboðanir - og tað eigur ikki at henda í eini kreppustøðu.

Stórur partur av okkara børnum sleppa ikki í skúla, hóast tey har kunnu sita still og vera í frástøðu
- men loyvt er at spæla fótbólt og gera ítrótt í stórum bólkum, har tey ikki halda frástøðu.

100 fólk kunnu savnast til innandura gudstænastu

- men 0 fólk kunnu sita í uttandura skýli tá fótbóltdystir eru.

Í mesta lagi 50 fólk kunnu savnast aðra staðni

- men í SMS kunnu fleiri hundrað fólk hittast undir sama taki, og dagstovnar bjóða nú øllum børnum aftur.

Læknar og WHO vísa á, at kravið um 2 metrar væl kann setast niður til 1 metur

- men landsstýrið heldur framhaldandi fast í 2 metra frástøðu.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur ein dag, at búskapurin er væl fyri, og at tað snýr seg um, at halda gongd í búskapinum

- men sigur nú fáar dagar aftaná, at talan er um djúpa búskaparkreppu, og at keypiorkan hjá fólki ikki skal betrast.

Meðan fleiri onnur lond geva starvsfólkum eyka løn fyri at arbeiða í heilsuverki, og øðrum týðandi størvum, ímeðan koronakreppan er

- so mælir landsstýrið nú til, at avtalað lønarhækking verður strikað.

Her er alt ov stórt ósamsvar ímillum tað, ið fráboðað verður frá degi til dags!

Tað ber ikki til, at varðveita fólksins álit - og hug at fylgja tilmælum - við so mótstríðandi fráboðanum.

Hetta má og skal gerast betur.

Vóni at vit øll fáa greiðari boð - og boð, ið samsvara við ta góðu støðu, sum okkara samfelag nú er í - sum skjótast.

Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi