Heystguðstænasta í Sandavágs kirkju

mentan26-09-2019 - 10:49 - Jóanis Nielsen

Sunnudagin 29. september kl. 11.00 verður heystguðstænasta í Sandavágs kirkju.

Talan er um eina takkar- og fagnaðarguðstænastu í vakurt heystprýddu kirkjuni, har vit fara at takka fyri grøðina í ár, børn bera inn ymiskt, sum vit hava heystað, og vit syngja heyst- og takkarsálmar.

Øll, bæði børn og vaksin, eru hjartaliga vælkomin!