Heystkonsert 23 November 2021 kl 1700 í Miðvágs Kirkju

mentan22-11-2021 - 15:35 - Jóanis Nielsen

Tann árliga Heystkonsertin hjá Musikkskúlanum í Vágum verður í ár í Miðvágs Kirkju í morgin týsdagin 23 november kl. 1700.Luttakarar eru nakrir av eldru næmingunum í Musikkskúlanum í Vágum. Næmingabólkurin Supermív fer eisini at spæla 2 løg.

Solistur á konsertini er Mary á Presttrøðni sum fer at spæla verkið Rasalka´s Song To The Moon eftir tónaskaldið Antonin Dvorák.

Klaverfylgispælið hevur Holgar Johannesen.