Higartil eru 14 staðfest sjúk av teimum ið blivu kannaði í gjár

corona07-08-2020 - 13:54 - Jóanis Nielsen

Tað eru nú 45.800 koronakanningar gjørdar í Føroyum, harav eru 291 staðfest sjúk og av teimum eru 192 fólk blivin frísk aftur. T.v.s. at í løtuni eru 99 sjúk við korona í Føroyum.

Allar kanningar, sum vórðu framdar 5. august, eru greinaðar. Landslæknin hevur ringt til teirra, sum hava fingið staðfest smittuna.

763 kanningar mangla at verða greinaðar. Endaliga úrslitið verður kunngjørt skjótast gjørligt. Heitt verður tí á fólk um at framhaldandi vísa varsemi. Tey, sum eru smittað, verða uppringd av Landslæknanum.

Tann 4. august blivu 2 staðfest sjúk.

Tann 5. august blivu 14 staðfest sjúk.

Tann 6. august blivu 38 staðfest sjúk.

Í dag eru higartil 14 blivin staðfest sjúk.

KANNINGARÚRSLIT

Dagført 7. august 2020 kl. 13:03

Dagfesting Kanningar í alt Positivar í alt Staðfest frísk
31.07.20 37.550 225 189
01.08.20 38.617 225 192
02.08.20 39.009 225 192
03.08.30 39.520 225 192
04.08.20 40.837 227 192
05.08.20 41.459 241 192
06.08.20* 43.045 277 192
07.08.20** 45.849** 291** 192