HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanemandi minningarhald

mentan17-09-2021 - 10:43 - Jóanis Nielsen

Kristiliga Tíðindatænastan:

Í hesum døgum eru 20 ár liðin síðani óhugnaliga terrorálopið á Tvíburðatornini í World Trade Center (Heimsins handilsdepil). Dagurin var 11. SEPTEMBER 2001. Amerikanarar hava valt at markera dagin við minningarløtum á støðunum har álopini vóru framd; og nógv var gjørt burturúr.

Forsetin Joe Biden og varaforsetin Kamala Harris, og George Bush, sum var forseti tá, vóru við á øllum trimum støðum, har tey bóru hvør sína heilsan fram. Um Billy Graham hevði livað í dag og verið rímiliga væl fyri, so hevði hann óivað verið boðin við, tí tað var hann, sum hevði almennu hirðaprædikuna til amerikanska fólkið fyri 20 árum síðani.

Tekstfelt: George Bush, sum var forseti, tá álopini hendi, helt røðu á 20 +ára degnum.George Bush nevndi í síni røðu, at tað var ein sterkur einleiki, sum fevndi alt tað amerikanska fólki, sum úrslit av terrorálopunum: “Vit umfevndu tann fremmanda sum ein kæran vin!” segði George Bush. George Pataki, sum var Guvernørur í New York í 2001, kom eisini inn á tann sterka einleikan, ið bant tjóðina saman í eina eind fyri 20 árum síðani, men í samrøðuni við BBC-journalistin viðgekkhann, at “hesin einleikin er ikki ein veruleiki í dag, tá amerikanska tjóðin í dag er vorðin offur fyri eini álvarsamari polarisering millum fólkið!”

LIVE

Í sjónvarpinum og á netinum hava vit kunna fylgt við Live, meðan hátíðarhaldini hava verið. Tað var hjartanemandi bæði at síggja og hoyra nøvnini hjá teimum deyðu verða lisin upp av teimum avvarðandi. Talið á teimum, sum lótu lív undir atsóknini, er 2.977. Vit sóu og hoyrdu kvinnur og menn, sum mistu sín maka. Synir og døtur, sum mistu annað av foreldrunum ella bæði, tannáringar, sum ikki vóru føddir fyri 20 árum síðani, sum mistu ein abba ella ommu, ella eitt av sínum eldru systkjum, sum tey aldri komu at kenna. Tað var ikki meir enn hesi megnaðu at lesa navni hjá sínum kæru. At lesa henda langa navnalista tók drúgva tíð, men tað varð hildið út til seinasta navnið varð lisið upp. Nøvnini vóru skipaði alfabetiskt, sum gjørdi, at man visti, tá tað nærkaðist endanum.

HVAR VÓRU VIT TÁ?

Tað eru nakrir tilburðir í lívinum, sum seta seg so fast, at vit alt lívið minnast hvar vit vóru stødd, tá vit fingu boðini. Nógv av okkum vita hvar vit vóru stødd, tá vit hoyrdu um morðið av John F. Kennedy í november í 1963, ella tá vit hoyrdu um flogvanlukkuna í Mykinesi í september í 1970. Soleiðis bleiv tað eisini við sorgarleikinum 11. september 2001 – vit minnast hvar vit vóru tá, og vit minnast hvussu tað ávirkaði okkum!

Eg havi hugt í mína persónligu dagbók, hvat eg noteraði fyri 20 árum síðani. Havi hugsað at endurgeva nakað av mínum dagbóksnotatum her. Um hetta mundi avloysti eg í ambulansutænastuni á Landssjúkrahúsinuum. Hav í huga, at í eini dagbók er tað meiri talumálið enn skriftmál, sum verður brúkt, og ofta er tað beint út av posanum:

Glyvrar, týskvøldið 11. sept. 2001

Fór út til portørarnar kl.13:30 at tosa við Jákup (Jákup Nolsøe). Kl.14:10 setti eg meg við internetið, meðan eg bíðaði eftir Jákupi. Lesi á síðuni hjá Føroya Tele, at bæði tornini hjá World Trade Center eru árend av tveimum ferðafólkaflogførum við 18 minuttum ímillum. Ljóðaði so ótrúligt! Klikti meg inn á CNN, men kom ikki ígjøgnum; síðani inn á BBC, tá gekk betur. Har fekk eg tíðindini váttaði. Tá rópti eg inn í sjónvarpsstovuna og bað teir koyra sjónvarpið frá.

Meðan vit sita og hyggja, frættist, at beint nú er eitt flogfar stúrtað niður í Pentagon, og at fólkið í Hvítu Húsunum eru evakueraði, og at forsetin er fluttur á eitt trygt stað. Síðani frættist, at eitt fjórða flogfar er dottið niður í Pensylvania, sum møguliga eisini hevði eitt terrormál.

Hetta kendist óhugnaligt, og man sæt bert og bíðaði eftir hvat tað næsta fór at verða. Tað ljóðaði eisini, at í alt 8 flogfør í Amerikanska luftrúminum vóru kapraði í morgun; so man bíðaði bert eftir hvat fór at henda við teimum fýra.

Onkur kom til mín í dag og spurdi, um hetta mundi hava við endatíðina at gera. Hetta gav mær eitt høvi at vitna. Harrin ynskir at fáa tjóðina í tal. Amerika er í kríggstilstandi. Fór heim kl.16:00. Eri vorðin sjúkur í kvøld. Influensu við nógvari pínu í høvdinum.

Glyvrar, mikukvøldið 12. sept. 2001

Havi hildið songina allan dag. Amerika hevur avgjørt at fara í kríggj ímóti terrorismu og at fanga teir, sum stóðu aftanfyri hendingarnar í gjár.

Glyvrar, hóskvøldið 13. sept. 2001

Havi tað betri í dag. Arbeitt á kontórinum í dag. Pressan er á gosið um tað, sum hendi í USA. SVF hevur havt eykasendingar hesar dagarnar við beinleiðis sendingum frá vanlukkustøðunum; samsendingar við DR.

Tórshavn, fríggjakvøldið 14. sept. 2001

Í dag er minnisgudstænasta í Dómkirkjuni í Washington. Bush helt røðu. Billy Graham prædikaði, og hann var sær sjálvum líkur, tá hann minti natiónina á, at “hetta, sum hent er er eisini ein áminning til natiónina at venda við frá synd og søkja Gud við angur og umvending.”

Havi bitið merki í hvussu nógv fólk í hesum døgum hava leitað inn í kirkjur bæði í USA og Europa, og eisini her hjá okkum at søkja Gud í tí stilla. Mátti Gud fingið mong í tal. Tá Gud loyvir slíkum at henda, so er tað tí, at Gud roknar í sálum.

Almennur syrgidagur í Føroyum í dag. Nógvar kirkjur opnar m.a. Glyvra kirkja. Kl.12:00 var lýst til eina stilla løtu um alt landi í 2 minuttir. Eg, Elsa og Hervør høvdu eina stilla løtu í stovuni.

Her enda dagbóksnotatini!

_______________________________

Hetta, sum hendi fyri 20 árum síðani, er ein áminning um tað ónda, sum býr í menniskjanum saman við tí góða í menniskjanum. Tað ónda vinnur mangan á tí góða, og tá kunnu fylgjurnar verða lagnuoyðandi, sum veruleikin var fyri 20 árum síðani. Evangeliið kann vinna á tí ónda. Lat okkum tí kunngera evangeliið saman við bønini um varðveitslu: “Harri, leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá illum, tí at Títt er Ríki og valdið, og Tín er heiðurin í allar ævir. Amen.”