Hjalmer Larsen á Okkara Tórsfest 2019

Mentan23-04-2019 - 13:30 - Jóanis Albert Nielsen

Sonur víðagitna Kim Larsen fer at framføra á Okkara Tórsfest 2019, tann 20. juli í gongugøtuni í Havn.

Vit vita at eplið sjáldan dettur langt úr veltuni, og tað er sjón fyri søgn viðHjalmerLarsen. Við sínum lætta og popputa tónleiki, hevur Hjalmar nelgt navn sítt rimmarfast í danska tónleikahválvið.

Hjalmar framførir dansktmæltan popptónleik, sum er vælumtóktur av dønum. Løgini hava staðið seg væl í útvarpi og á stroymingstænastum, og Hjalmer gerst meira og meria umbiðin. Tá pápi hansara andaðist, fórHjalmerí holtur við at framleiða fløguna “Sange fra første sal”, sum danir tóku til sín beinavegin.

Við løgum sum “Marie”, “Hvis du går” og “Hjem til en anden” kunnu vit gleða okkum til eina stórbæra løtu, táHjalmertrínur á pallin tann 20. Juli í gongugøtuni í Havn.

Frammanundan er longu greitt at tungu dreingirnir úr Suspekt og rokklegendan úr Twisted Sister, Dee Snider fara at framføra á Okkara Tórsfest 2019. Atgongumerki fáast áebillet.foog í Power í SMS fyri kr. 495,-

Okkara Tórsfest er stuðlað av:

Power, SMS, Norðoya Sparikassa, Fast, Hvonn, Atlantic Airways og Okkara.

Tónleikur. Tórshavn. Tað er Tórsfest.