Hjálparpakki til ferðavinnuna og mentanarøkið

corona29-05-2020 - 13:40 - Jóanis Nielsen

Í høvuðsheitum eru tríggir tættir í hjálparpakkanum:

Stuðul til fastar útreiðslur hjá ferðavinnufyritøkum

  • Ferðavinnufyritøkur kunnu fáa endurgjald fyri ein part av føstum útreiðslum sum húsaleiga, el, hiti, fjarskifti, rentur, avskrivingar og trygging
  • Skipanin fevnir um fyritøkur, sum hava mist í minsta lagi 40 prosent av umsetninginum
  • Fyritøkur, sum hava mist millum 40 og 60 prosent av umsetninginum, kunnu fáa 50 prosent endurgoldið
  • Fyritøkur, sum hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum, kunnu fáa 75 prosent endurgoldið
  • Útgjaldið fyri hvørja fyritøku og samtak er í mesta lagi 10 mió. kr. fyri tíðarskeiðið 12. mars til 30. juni 2020
  • Skipanin verður mett at kosta millum 30 og 40 mió. kr.
  • Treytirnir at fáa stuðul eru nøkulunda tær somu sum í hjálparpakka 2. Møguligt yvirskot skal rindast aftur, og einki vinningsbýti skal gjaldast út í 2020, 2021 og 2022.

Váðafúsur kapital til ferðavinnuna

  • Framtaksgrunnurin bindur seg at brúka 30 mió. kr. í ár og næsta ár sum váðafúsan kapital til ferðavinnufyritøkur
  • Landið avskrivar 30 mió. kr., sum landið eigur til góðar í Framtaksgrunninum
  • Fer Framtak inn við ábyrgdar- ella eginpeningi í sambandi við lánifígging til fyritøkur innan ferðavinnuna, kann peningastovnur tildømis veita 75 prosent, eigarin 12,5 prosent og Framtak 12,5 prosent.
  • Eitt annað hugsað dømi er, at peningastovnurin veitir 75 prosent, og Framtak 25 prosent.

Stuðul til festivalar og mentanarøkið

  • Ein skipan verður sett í verk, har bæði festivalar og fólk á mentanarøkinum kunnu søkja um fíggjarligan styrk.
  • Til ber at søkja um endurgjald fyri 75% av hildnum útreiðslum, tí eitt tiltak er avlýst orsakað av korona. Talan kann eitt nú verða um konsertir, framsýningar og sjónleikir.
  • Hetta verður skipað eftir somu meginreglum sum í hjálparpakka 3. Tó við virkna longur aftur í tíð og fram til 31. august.
  • 5 milliónir krónur eru settar av til skipanina.