Hjartans takk fyri 4 góð, avbjóðandi og mennandi ár

politikkur22-12-2020 - 21:39 - Jóanis Nielsen

Annika Olsen skrivar á Facebook:

Hjartans takk fyri 4 góð, avbjóðandi og mennandi ár. Tað er við sorgblíðni, eyðmjúkleika og takksemi og alt har imillum at eg takki fyri meg á Vaglinum á minum síðsta arbeiðsdegi, áðrenn farið verður i jólafrí. 

Eg eri takksom og glað fyri alt tað, vit fingu igjøgnum hesi árini. Sera takksom eri eg fyri øll tey megnar stavfólkini i Tórshavnar kommunu, sum dagliga gera eitt megnararbeiði fyri, at vit kunnu hava heimsins besta høvuðsstað. 

Tað er við sorgblídni eg sigi farvæl við tey deiligi menniskjuni á Vaglinum, sum mær untist at arbeiða so tætt saman við. Takk fyri tykkara vala arbeiði hvønn dag. I dag var min síðsti dagur á Vaglinum, og eg haldi at okkara høvuðsstaður er i dag enn sterkari, ríkari og meiri spennandi enn nakrantið. 

Ein høvuðsstaður, ið er skuldarfríur og við nógvum nýggjum nýbyggingum, ið peika inn i framtiðina. Takk fyri meg og takk fyri hesa ferð.