Høgaberg, Borgarin og Tummas T. koma heim undan óveðrinum

vinna17-10-2018 - 13:37 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg, Tummas T. og Borgarin koma heim undan óveðrinum, teir hava roynt eftir makreli í norskum sjógvi, men óveðrið tarnaði fiskiskapinum so mikið, at teir valdu at koma heim við tí teir høvdu.

Høgaberg hevur umleið 400 tons, Tummas T. og Borgarin hava umleið 200 tons hvør, tað er makrelur, sum skipini hava fiskað í norskum sjógvin