Høgaberg er áveg á Fuglafjørð

Vinna21-01-2020 - 21:35 - Jóanis Albert Nielsen
Tíðliga seinnapartin í dag setti Høgaberg kós av makrelfeltinum norðanfyri Hetland. Høgaberg er nú á veg á eftirlitspunkt, og verður kósin tá sett ímóti Føroyum.

Høgaberg hevur henda túrin fingið 1.200 tons av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði í morgin.