Høgaberg kemur á Fuglafjørð í kvøld

vinna08-11-2019 - 14:13 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg kemur á Fuglafjørð tíðliga í kvøld, teir hava 1.200 tons av sild, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri.

Í løtuni landar Asbjørn til Pelagos í Fuglafirði, teir verða liðnir í morgin, og tá eigur Høgaberg landingartørn.