Høgaberg kom á Fuglafjørð seinnapartin við makreli

vinna16-11-2018 - 16:20 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg kom á Fuglafjørð nú seinnapartin við 400 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi eystur av Sandoyarbankanum.

Høgaberg landar til Pelagos, teir sleppa framat í kvøld, tá í Fagraberg verður liðugur at landa - Fagraberg kom á Fuglafjørð mikudagin við 2.000 tonsum av sild, sum teir høvdu fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri.