Høgaberg og Jupiter landa sild í Fuglafirði

vinna28-09-2020 - 10:19 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg og Jupiter komu á Fuglafjørð í vikuskiftinum, teir hava 1.000 tons av sild í part, sum teir landa til Pelagos.

Í løtuni landar Jupiter og sum vit skilja, so skal Høgaberg byrja at landa seinni í dag.

Báðir hava roynt í íslendskum sjógvi, tætt vestur úr føroyska markinum.