Høgni gongur lætt um sannleikan

Politikkur30-08-2019 - 21:42 - Jóanis Albert Nielsen

Nú haldi eg at Høgni Hoydal gongur lætt um sannleikan, ja tað sum hann sigur er ein stór lygn. At eingin privatur handil er av kvotum í dag passar ikki.

Eg kann upplýsa føroya fólki, at eg var við Klakkur á Fl.cap nú, komu heim 26.august, og kvotan sum vit fiskaðu var ikki nøkur kvota sum Klakkur ella Sp/f Undir Klakki sum er eigari av Klakki áttu nakran lut í.

Hvussu bar so til hjá Klakki at fiska hesa kvotu, um ikki ein privat handil er farin fram um at fiska hesa kvotu ?

Eg kann vátta at ein handil er farin fram, so lat vera við at billa føroya fólki inn, at hetta ikki letur seg gera longur, tí tað er ein loddrøtt lygn sum tú førur fram fyri opnari mikrofon i kvøld.

Í hesum føri er talan um ein býtishandil við kvotum, men tað kundi tað sama verið gjørt við einum reinum pengahandili.

Líggjast Johannesen