Høgni: Umsøkjarnir fáa svar í seinasta lagi mánadagin

Politikkur28-06-2019 - 18:18 - Jóanis Albert Nielsen
Fyri einari viku síðani sendi fiskimálaráðið út eitt tíðindaskriv um at umsøkjarnir, sum hava søkt um menningarkvotu, skuldu fáa svar mánadagin, men teir fingu einki svar. 

Vit hava fyri løtu síðani tosað við Høgna Hoydal, landsstýrismann, hann sigur, at nú er liðugt at viðgera umsøknirnar. Umsøkjarnir fáa svar í seinasta lagi fyrrapartin mánadagin sigur hann við jn.fo. 

Tíðindafundur verður mánadagin kl 14.