Høgni vann 12½ - ½

ítróttur07-09-2019 - 19:03 - Jóanis Nielsen

Seinsummardagur í Sandavági: Talv - Tað settust 13 mans í øllum aldri, frá eini 8 ár og upp í 80'ini, at dystast móti Høgna. Tað var eisini fitt av fólki rundan um borðini og fylgdu við hvussu tað mundi ganga. Høgni telvaði trygt og væl, og hóast nakrir høvdu nakrar møguleikar at taka stig frá Høgna, so gjørdist endaliga støðan 12½-½ til Høgna.