Hoyvík kemur á Fuglafjørð í kvøld

vinna02-10-2019 - 13:48 - Jóanis Nielsen

 Hoyvík, sum hevur verið í íslendskum sjógvi, har teir hava fiskað sild, kemur á Fuglafjørð í kvøld við 800 tonsum, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.

Í løtuni landar Arctic Voyager í Fuglafirði, teir verða liðnir tá ið Hoyvík kemur á Fuglafjørð um 8-tíðina í kvøld, so Hoyvík sleppir framat at landa beinanvegin teir koma inn.