HSF: Felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini

26-05-2020 - 14:55 - Jóanis Nielsen

Felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini.

Í vikuskiftinum var felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini hjá HSF. Talan er um A-landsliðið, U18 og U16, sum vóru savnaði í Høllini á Hálsi.

Liðini høvdu tvær venjingar saman, vóru til fyrilestur um ítróttarskaðar, sum serliga raka kvinnur og ótu eisini ein máltíð saman. Hugsanin handan dagin er at samansjóða kvinnulandsliðini, venjararnar og ein liður í at skapa ein reyðan trá millum liðini.

Hondbólturin er so smátt byrjaður aftur eftir korona-steðgin. Fleiri av feløgunum eru byrjaði at venja aftur og hava fleiri av landsliðunum eisini verið savnaði. Hóast allir landsdystir og kappingar eru avlýst fyri summarið, koma okkara landslið at venja nógv saman og byrja longu nú at fyrireika seg til komandi uppgávur, sum vónandi byrja í heyst.