Hun Solo konsert í Listastovuni

08-11-2018 - 19:13 - Jóanis Albert Nielsen

5 kvinnuligir solistar – 1 føroysk og 4 danskar framføra egnan tónleik á eini konsert, sum er eyðmerkt av fjølbroytni, góðsku, innileika og styrki.

Eftir eitt spennandi vár við konsertum í Pakistan og Danmark, er HUN SOLO aftur á fer, nú til Føroyar.

Til hvørja konsert hevur HUN SOLO 3 fantastiskar gestir við sær, sum saman við HUN SOLO vertunum fara at spæla hvør sína solokonsert.

Hvør tónleikari fer einsamøll á pallin, og áhoyrararnir kunnu vænta sær eitt heilt serligt kvøld, har tey sleppa at uppliva púra ymiskar, kular kvinnuligar tónleikarar og teirra tónleik heilt tætt.

Konsertin er ein partur av PULS verkætlanini, ein verkætlan undir Nordisk Kulturfond, sum hevur til endamáls at fáa norðurlendskar tónleikarar til Føroyar at framføra og at geva føroyskum tónleikarum ein norðurlendskan pall at framførá á.

Samstarvið sum Listastovan hevur við Norðurlandahúsið og Spaniastovu, ger tað møguligt, í gjøgnum PULS, at bjóða norðurlendskum bólkum til Føroya at spæla, eisini í teimum smærru spælustøðunum úti um landið.

Atgongumerki til HUN SOLO konsertina kunnu keypast á www.atgongumerki.fo

Fyrsta konsertin við HUN SOLO í Føroyum verður í Listastovuni í Miðvági fríggjakvøldið 9. November kl. 20.

Greta Svabo Bech

Við síni kláru rødd og dreymakenda tónleikaheimi hevur Greta m.a. verið tilnevnd til háttvirdu Grammy virðislønina fyri sítt arbeiði saman við Deadmau5, og eisini hevur hon skriva tónleik til Cher. Síðani 2013 hevur hon givið tónleik út í sinum navni, og í 2014 vann hon FMA sum Ársins Sangarinna. Vit gleða okkum sera nógv at hoyra hennara himmalska/vakra ljóð á HUN SOLO.

Nana Jacobi

Nana Jacobi er kend fyri at spæla konsertir, ið geva gásarhold. Hennara triðja fløga Expander” frá 2015 førdi við melodiskum, filmiskum og sensuellum poppið til yviskiftir sum ”Ein djørv rødd” og ”Inspirerandi/hugkveikjandi outside’ari nær við mainstream”. Harumframt hevur Nana gjørt tónleik til fleiri kendar danskar filmar. Í løtuni er Nana í studio og tekur nýtt tilfar upp, har hon fyri fyrstu ferð skrivar og syngur alt á donskum.

Kirstine Stubbe Teglbjaerg

”… í eina løtu var hon Gordon, Knowles, Joplin og Patti í framúrskarandi samkomu meðan tónleikur og gandur runnu saman.” - Soleiðis skrivaði Gaffa um framførðsluna hjá Kristine saman við HUN SOLO 8. mars 2017. Fyrrverandi sangarin og sanskrivarin í Blue Foundation hevur leingi skapað vakrar samanrenningar millum dreym og larm á danska tónleikapallinum. Í 2013 kom vælummælda fløgan ”Hamskifte”, sum hon skrivaði og framleiddi sjálv, út. Nú er hon í holt við nýggjan tónleik, og á konsertini fært tú eina smakkroynd av tí.

Iris Gold

Iris Gold vaks upp í Freetown Christiania í Keypmannahavn. Sangarinnan vaks up til tónleik hjá Jefferson Airplane, The Doors and The Mamas & The Papas. Umhvørvið, hon vaks upp í, gjørdi, at Iris tíðliga gjørdist sjálvstøðug, og hetta hevur hon ongantíð mist. Danska/enska/jamaikanska sangarinnan flutti til London og bleiv skjótt ein partur av tónleikalívinum har. Hon hevur framført saman við m.a. Miguel, Blur, Taylor Swift og Robbie Williams.

Iris Gold er á veg at gerast ein sonn stjørna og hon hevur ein gyltan frymil. Sangir hennara eru ein samanrenning av "flower power" og hipp hopp rútmum, sálfullum vokalum og poppi og hava niðurløg, sum ein skjótt fær uppá heilan. Hon kallar tað tónleik, sum fær fólk at smílast. Royn og lurta eftir "Steve McQueen" ella "All I really know", so sært tú, hvat hon meinar.

Gurli Octavia

Gurli Octavia hevur við sínum New-Folk tónleiki, verið skjót at markera seg á norðurlendska tónleikapallinum. Fyrsta árið av lívi sínum, livdi hon á einum sirkusvogni, sum varð drigin av hestum. Hon vaks upp í einum heimi fullum av gyklarum - eitt stað ímillum dreym og veruleika. Hóast tað at Gurli Octavia enn er eitt mestsum óskrivað blað í Danmark, er singlan hjá henni "Winter Arrived" spæld meira enn 400.000 ferð á Spotify. Í 2017gav hon 2 EPir út: Philophobia og Lunacy. Tann seinna kom sjálvandi út, tá tað var fullmáni.