Hvat gongur fyri seg

Politikkur24-05-2019 - 07:27 - Jóanis Albert Nielsen

Kring landið sita stovnsleiðarar, saman við sínum starvsfólkum, og kýta seg fyri at halda ta játtan teim er tillutað.

Hildið verður aftur í rakstrinum á mongum øki, tí játtaninskal halda – verður sagt av politiska mynduleikanum.

Grundupphæddin í fólkapensjónini kann ikki hækka – tí tað kostar ov nógv, verður sagt av politiska mynduleikanum.

Hesin sami mynduleiki, ið hevur mist fíggjarliga tamarhaldið.

Glasir er eitt ræðandi dømi um manglandi fíggjarliga stýring. Her mátti landsstýriskvinnan leggja frá sær.

H-bygningurin á LS eitt annað dømi um manglandi fíggjarliga stýring. Man landsstýriskvinnan noyðast at leggja frá sær ? Ella er upphæddin her (80 mill) ov lítil í mun til Glasir ? Hvar gongur markið ? Hvar er fíggjarmálaráðið í øllum hesum sum gongur fyri seg ?

Hvat skulu stovnsleiðarar og starvsfólkini kring landið halda um slíka fíggjarstýring, sum tykist at taka støði í einum hugburði,sum sigur: “Brúka bara-tað gongur nokk”

Fortreytin fyri sjálvbjargni er at vit duga at húsast skynsamt og megna at hava fíggjarliga stýring á egnum viðurskiftum . Tí má tamarhald aftur fáast á fíggjarstýringini og hvussu skattgjaldarana peningur verður umsitin.

Tordur J. Niclasen

fv. stovnsleiðari