Hvat hugsa føroyskir politikarar

politikkur05-09-2020 - 16:09 - Jóanis Nielsen

Hvat hugsa føroyskir politikarar?

- ella er alt tann beri taktikkur og einki skil á?

Tíðindini í ÚF fríggjakvøldið um nýggjan radara á Sornfelli vóru sera avdúkandi um vantandi vitanina/engagamentið hjá okkara fólkavaldu um altjóða støðuni.

Flosklar um, at vit ikki finna okkum í hesum ella hasum, at vit ikki eru til sølu, at bert vit skulu avgera, hvørjar upplýsingar um loftrúmið skulu latast teimum, sum verja okkum, at eingi fremmand skulu koma higar osfr. - ja, tað var so boðskapurin.

Tað er tiltikið, at politiska óminnið er stutt, sera stutt.

Øll burdu vita, og ikki minst okkara fólkavaldu, at uttan NATO og USA, so var alt Vestureuropa ein bakgarður hjá Sovjet, har fólkaræði, trúðarfrælsi, rættartrygd og mannarættindi yvirhøvur ongan týdning høvdu.

Vit høvdu verið ein avtoftað tjóð, bert búsett av apologetum kommunismunnar og ultra sosialista - meðan øll hini antin høvdu verið burturflutt ella bara forsvunnin.

Alt hatta er tíbetur søga - vesturlenska frælsishugsjón vann og múrarnir um politiska køstin eystanfyri rapaðu og okkara trábeitnu kommunistar og sosialistar kundu her um leiðir finna sær onnur politisk mið at tilbiðja í okkara frí- og tollyntu politisku skipan.

Lygnir og manipulatiónir

Farnu árini er kortini vorðið áhaldandi greiðari, at serstakliga Rusland og Kina uttan íhald hava sum aðalmál at undirgrava fólkaræði vestanfyri og stig fyri stig ota seg inn a okkara frælsi og hugsjónir.

Við eittans endamáli, at syndra okkara samfeløg, okkara hugsjónir um frælsi, rættartrygd og mannarættindi.

At hesi londini bæði eru púrasta geld fyri virðing hjá tí einstaka, er politiska virkni atburður hjá Putin og Xi Jinping óhugnalig dømi um.

Tað er m.a.greitt avdúkað, at Putin ikki hevur minstu virðing fyri tín einstaka, tá hansara lærhvølpar nú fullkomiliga alment taka politisk mótstøðufólk av døgum - uttan at blunka taka lív við russiska nervaeitrinum novishock.

At Putin í veruleikanum er evsti mafiosi í einum mafiasamfelag.

Hesi londini liva av og við lygnunum. Manipulatiónir er amboðið.

Valdstøkan av øllum samfelagnum er aðaltátturin – faktiskt er eingin munur millum ræðslustýrini, sum eyðkendu atburðin hjá hesum londunum undir kalda krígnum.

Gera einki sjálvi

Okkara framtíð við fólkaræði, mannarættindum og rættartrygd er ikki givin okkum uttan verju, so langt ífrá.

Tí hava vit, eins og øll lond, sum vilja at vesturlendsku virðini framvegis skulu vera sjálvsøgd hjá okkara børnum og barnabørnum, eina stóra medábyrgd, tá ræður um verjuna av okkara landi og virðum.

Vit kunnu ikki gera tað sjálvi - tað er so sjálvsagt.

Okkara lutur er kortini ikki uttan týdning, vit kunnu ongantíð loyva okkum at vera tað ivandi og veika liðið í vesturlendska verjugarðinum orsakað av, at okkara politikarar spæla machomenn, smartir og ábyrgdarleysir móti okkara grundleggjandi virðum - fólkaræði, mannarættindum, trúðarfrælsi og ikki minst rættartrygdini.

Longri er handan søgan tíverri ikki.

So vit mugu forvænta annað úr Løgtinginum, enn tað sum bleiv serverað fríggjakvøldið í tíðindasendingini í ÚF. Sanniliga kundu Xi Jinping og Putin lukkuynskja hvørjum øðrum aftaná tíðindasendingina.

Bjarni Djurholm