Hví eru so nógvir slánar

Vinna15-05-2020 - 18:46 - Jóanis Albert Nielsen

Um ikki so nógv økir vóru stongd, hevði tað komi 2 -3 ferð so nógvur toskur og hýsa uppá land hesi seinastu árini, tá hevði toskurin ikki etið nebbasildina, hvítingsbróðir. toskayngul, krossfiskar og krabbadjór o.a. upp so skjótt, og tað hevði verði meira føði til hvønn einstakan tosk, tá kundi man tosa um, at toskastovnurin bleiv væl røktur.

Um ikki loyvt blívur, at fiska nógv meira á Føroya banka, blívur føðin skjótt etin upp, so blívur eisini hungursneyð har og toskurin doyr

Onki er hoyra um, Havstovan hevur gjørt nakrar stovns metingar inni á fjørðinum, at kanna hvussu nógv av slánum, er komi inn undir land fyri at finna føði, fyri at sleppa undan hungursneyð og doyggja í hungri.

Toskur er sum alt annað livandi, etur minni, minni hann er, og má eta meira, meira hann veksur, men tá toskurin er fullvaksin, blívur hann við at eta líka nógv, men fitnar eitt sindur, toskurin skuldi blivið fiskaður áðrenn, fyri at fingi eina burðardygga veiðu.

Øll vita at natúran, hevur, stórst ávirkan á fiskaríi, men vit kunnu hjálpa natúruni, uppá sama máta sum bøndur gerða.

Øll vita tað ber ikki til, at sleppa 1.000 seyðum í ein haga, sum bert hevur føði til 100 seyður, bøndur vita, um teir ikki røkja stovnin burðardygt, blíva allir seyðurin rak, og bert sterkastu yvir liva. Tað er lítið av føði um veturin, tí fletta bøndur eisini um heysti.

Tað blívur eisini sagt, at toskurin ikki flytur, hví kenur Havstovan so ikki við einari frágreiðing, um hvar allur tann stóri toskurin kom fyri í 2015 og 16 ?

Tá segði Havstovan, at ongin toskur var á Føroya grunninum, tí veiðitrýsti var ov stórt.

Sjálvt í 2017 kann lesast, í Sjóðarmál síðu 42 hvussu illa toska stovnurin er fyri.

http://www.hav.fo/PDF/Ritgerdir/2017/Sjovarmal2017.pdf

https://youtu.be/v-nBpIyjidc

15 05 2020

Eyðun Hansen