Mynd: Jonleif Joensen.

Hvítusunnuguðstænasta í Vestmanna kirkju

mentan08-06-2019 - 18:48 - Jóanis Nielsen

Hvítusunnudag, 09.06 kl. 11.00, verður Hvítusunnuguðstænasta í Vestmanna kirkju. Vit fara eisini at doypa 2 børn. Samstundis fara vit at bjóða øllum børnum sum eru doypt í Vestmanna síðan Dópsgávan fór at virka, til guðstænastu á kirkjunnar føðingardegi, sum er Hvítusunna. Tey fáa ársgávuna frá Dópsgávuni í kirkjuni.

Tey, sum hava hug, kunnu taka eitt ílat at blása sápublørur við við í kirkju, so fara vit út eftir guðstænastuna at blása vakrar blørur. Kirkjan verður á Hvítusunnu prýdd við reyðum og hvítum, sum er tekin um júst Hvítusunnu, tá heilagi andin kom til menniskju, eisini hetta fara vit at hoyra - og syngja um.

 Marjun í Kálvalíð prædikar.

 Øll eru hjartaliga vælkomin!