Hvør - nýtt føroyskt spæl

08-11-2018 - 09:30 - Jóanis Albert Nielsen
"Hvør" er eitt serstakliga stuttligt og hugnaligt kortspæl, har tað ræður um hjá liðnum at finna felagsstrv. Hvør dugir best at syngja? Hvør hevur vakrasta maka?

Um liðfelagarnir ikki svara tað sama sum tú, fær liðið einki stig.

Stigtakararnir til nýggja kortspælið eru Ó og Tatanka, ið eisini góvu vælumtøkta borðspælið "Hertak Føroyar" út í fjør.
Vit hava fingið ómetaliga góðar afturmeldingar frá teimum, ið hava roynt tað. Spælið er bæði stuttligt og sosialt, og so eru nakrir av spurningunum orðaðir á tann hátt, at tað luttakarnir kunnu ikki lata vera við at flenna. So vit eru øgiliga spentir uppá móttøkuna, nú ta spæl
ið er komið út, sigur Sigfríður á Plógv, stjóri í Tatanka. Hin stigtakarin er Hanus Samró.

Spælið tekur ikki meir enn 30 mins. Upp til 12 leikarar kunnu luttaka.

"Hvør" fæst í útvaldum handlum og í bókabúðunum kring landið.