Hvør skal hava Fólkaheiluvirðisløna hesa ferð

mentan24-11-2021 - 11:26 - Jóanis Nielsen

Hvør skal hava Fólkaheiluvirðisløna hesa ferð?

- í ár verður virðislønin latin til tann ella tey, sum hava gjørt eitthvørt fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum

Almenningurin fær við hesum høvi at skjóta upp tann, sum hildin verður at hava henda heiður uppibornan.

Endamálið við at lata Fólkaheilsuvirðislønina er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt okkurt munagott fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum. Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu, sum gera sjálvboðið arbeiði ella á annan hátt betra um umstøðurnar hjá børnum og ungum. Tey tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg, arbeiðspláss, kommunur, granskarar o.s.fr. Øll kunnu tilnevna, hvør skal hava virðislønina. Ein dómsnevnd tekur støðu til, hvør fær heiðurin.

Avdúkað verður á Fólkaheilsuráðstevnuni 3. desember 2021, hvør ið fær ársins Fólkaheilsuvirðisløn.

Oyðublað til títt uppskot fæsther

Seinasta freist at lata uppskot inn er mikudagin 1. desember 2021 kl. 12.00.

Leinkja til heimasíðuna:https://www.folkaheilsa.fo/ti%C3%B0indi/hvoer-skal-hava-folkaheilsuvir%C3%B0isloenina-hesafer%C3%B0