I AM á Okkara Tórsfest 2019

Mentan10-06-2019 - 14:40 - Jóanis Albert Nielsen

Føroya fremsti gospelbólkur verður partur av stóra konsertdegnum Okkara Tórsfest 2019. Talan er um bólkin I AM, sum hevði sína stórheitstíð um aldarskifti. I AM er uttan iva størsta gospelfyribrigdið í føroyskari tónleikasøgu, sum gjørdi nógv um seg í stóru Prix Føroyar kappingunum.

Í ár eru 20 ár liðin, síðan bólkurin gav út fyrstu fløgu sína “Cast”. Á hesi fløgu var serliga eitt lag, sum setti sín dám á føroyska varpið, tað var “Alla Leið”. í 2003 kom seinna útgávan Xthree.one.four út við hittunum “Friðsæla Stund”, “Believe” og “Wait”.

Í mars mánaða í ár fekk bólkurin stóra heiðurin at hita upp til risakonsert við amerikanska bólkinum P.O.D., og kvitteraðu teir við at geva út lagið “I can´t stand that face”, sum prógvaði at bólkurin er í toppformi.

Frammanundan er longu greitt at nøvn sum Martin Jensen, Suspekt, Halberg & Friends, Dee Snider og Hjalmer Larsen fara at framføra á Okkara Tórsfest 2019. Atgongumerki fáast á ebillet.fo og í Power í SMS og í Fast handlunum kring landið fyri kr. 495,-

Okkara Tórsfest er stuðlað av:

Power, SMS, Norðoya Sparikassa, Fast, Hvonn, Atlantic Airways og Okkara.

Tað er tónleikur. Tórshavn. Tað er Tórsfest.