Í dag lótu Fýrverkssølurnar hjá 07-Vestur upp

ítróttur28-12-2020 - 19:30 - Jóanis Albert Nielsen

Fýrarnir á myndini hava rigga til í Sandavági, og eru klárir at selja til allar góðar 07-Vestur stuðlar, og øll onnur. Tað eru nógv fólk, sum avseta tíð á hvørjum árið at hjálpa til við søluni. Aftur í ár eru tvey sølustøð, Lofti í Sandavági og HT-foto í Sørvági. 07-Vestur er í menning, og er fýrverkssølan eitt gott íkast til felagsarbeiði ímillum børn og ung í oynni.