Á Gáshólmi eftir veðrum - myndir

myndir26-09-2019 - 13:48 - Jóanis Nielsen

Hagarnir í Sørvági skiftast at sleppa hornaseyði á Gáshólm, í átti Útriðingur tørn.

9 seyðir vórðu sleptir í vár, allir komu aftur leygardagin, tá ið teir tóku av.

Teir vóru við frálíka bátinum hjá Pól Sigmund Mikkelsen í Gásadali.

Enn er ongin av veðrunum flettir, men teir meta teir frá 60 til 70 pund, allir javnt góðir.

Rætt verður sett upp á hólminum og seyðurin verður lorðaður niðurav, seyðurin verður ikki heftur, men koyrdur í stórar posar.

Myndir: Jón Eli Ole-Jacobsen.