Í Vágum doyðu bert kvinnur

top08-11-2018 - 08:30 - Jóanis Albert Nielsen

Norðurlendskur skjalasavnsdagur - ”Opið hús” á Tjóðskjalasavninum

Í Vágum doyðu bert kvinnur

Føroyar eru eitt lítið og viðbrekið samfelag. Umfarssóttir kunnu raka meint. Á sumri í 1846 herjaði meslingalandfarsótt í Føroyum. Hon kravdi 122 mannalív.

29. mars 1846 kemur Holm snikkari til Føroya við skonnartini Havfruen. Hann hevur fepur, men læknin metir, at talan er um giktfepur, og tí verður hann ikki avbyrgdur.

Seinni verður staðfest, at hann hevur meslingar, men tá er ov seint. Meslingar smitta sera illa, og teir hava ikki verið í Føroyum síðan 1781. Fá hava tí andevni ímóti smittuni, tískil verða 6000, av á leið 7.800 føroyingum, smittaðir. Tveir læknar, P. L. Panum og A. H. Manicus, verða sendir til Føroya at hjálpa av Christian 8., tí støðan er álvarslig.

Av teimum 6000 fólkunum doyðu, sambært føroysku kirkjubókunum, í minsta lagi 122 fólk, frá 2. mai til 1. oktober, av meslingum ella fylgisjúkum hjá meslingum - 50 menn og 72 kvinnur. Í Vágum doyggja bert kvinnur av meslingunum – fýra til samans. Elsebeth Cathrine Heinesdatter er tann fyrsta, hon doyði tann 17. juni 1846, 29 ára gomul.

“Umfarssóttir í 1800-talinum” - áhugaverdar framløgur á Skjalasavnsdegnum

Elin Súsanna Jacobsen, fyrrverandi lektari í Søgu á Fróðskaparsetri Føroya, innleiðir við framløguni “Umfarssóttir í 1800-talinum”. Síðani er tað Ole Wich, M.A. í Søgu, sum fer at hava framløgu undir heitinum “En reprimande til lægen Napoleon Nolsøe - ... idet han nemlig foretrak sit eget formentlige Tarv fremfor sine betrængte Landsmænds Bedste”.

Fyrilestrarnir verða í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini í V. U. Hammershaimbsgøtu 16 í Tórshavn, leygardagin 10. november klokkan 15.

Leygardagin, 10. november, er 16. ferð at skipað verður fyri Skjalasavnsdegi (Arkivernes dag). Høvið verður at vitja lesistovu og høvuðsgoymslu okkara í V.U.Hammershaimbsgøtu 11 í Tórshavn (á Debesartrøð) millum kl. 14-17.

Vanliga eru tað bert starvsfólk á Tjóðskjalasavninum, sum hava atgongd til goymslurnar.